Innanlands

Fjórði tilburðurin staðfestur

Fýra føroyingar hava fingið covid-19. Tann fjórði er næmingur á Glasi

2020-03-13 22:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein fjórði persónur hevur fingið staðfest coronavirusið covid-19. Steinbjørn Hardlei, rektari á Glasi, hevur í kvøld kunnað øll á skúlanum um, at ein næmingur hevur fingið staðfest coronavirus.

Hetta var ein næmingur sum hevur verið á námsferð, og nú hann kom aftur, var hann testaður positivur fyri covid-19.

Landslæknin hevur fingið yvirlit yvir hvør var við í ferðalagnum og kontaktupplýsingar, og avgerð nú hvat skal henda víðari. Rektarin sigur seg hava mælt øllum í ferðalagnum at vera í sóttarhaldi heima til tey frætta frá landslæknanum.

Steinbjørn Hardlei kunnar næmingarnar um, at dóttir hansara var partur av ferðalagnum, og hann hevur tí avgjørt sjálvur beinanvegin at fara í sjálvboðið sóttarhald við hús.

Heilsumálaráðið boðaði í morgun frá, at triði persónurin í Føroyum hevði fingið staðfest covid-19. Viðkomandi hevði verið í Danmark.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder