
Nú riggar endiliga, og stóra landsinnsavningin hjá Reyða Krossi er farin í gongd aftur.
Tað hevur ikki gingið eftir vild hjá Reyða Krossi og framleiðarunum í kvøld. Sendingin er brotin av tríggjar ferðir, og ljóðið vildi bara ikki rigga.
Landsinnsavningin byrjaði klokkan 19, og legði hart út við samrøðu við formannin í Reyða Krossi, Jóannes Eidesgaard, og einari framførslu við Danny Baldursson. Men tað var torført at fáa greiði á hvat varð sagt, tí alt varð endurtikið.
Aftaná framførsluna ásannaðu fyriskipararnir, at sendingin mátti brótast av. Síðani byrjaði hon og varð brotin av í fleiri umførum, men nú klokkan fór av átta riggaði endiliga.
Vónandi ávirkar harmiligi tekniski trupulleikin ikki innsavningina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald