Innanlands

Flaggdagshald ávirkar ferðsluna í høvuðsstaðnum

Í sambandi við flaggdagshaldi, flaggdagsrenning, og framsýning verða ávísir vegir stongdir fyri ferðslu sunnudag seinnapart

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-04-23 20:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnudagin 25. apríl er flaggdagur, á tá verða fleiri tiltøk á skránni.

Í høvuðsstaðnum verður skipað fyri flaggdagshaldi, flaggdagsrenning og framsýningin hjá Føroya Ellisakfør, MC-vinir verður eisini á skránni.

Í hesum sambandi verður ferðslan í býnum ávirkað, skrivar Tórshavnar kommuna.

Frá klokkan 14 verður gongugøtan frá Sverrisgøtu oman á Vaglið og Áarvegurin frá Vaglinum til Havnagøtu stongd. Eisini verður stongt í Mylnugøtu og í niðasta parti av Tinghúsvegnum.

Frá klokkan 15.30 til 17.30 verða Áarvegur, frá Vaglinum til Havnagøtu og til rundkoyringina úti við Skansan - og vegurin Yviri við Strond frá rundkoyringini til Hoyvíksvegin stongdir.

Frá klokkan 14 til 17 er Tórsgøta eisini stongd. Har hava Føroya Ellisakfør framsýning.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder