2021-04-20 20:15

Á sumri 1919 kom Jens Oliver Lisberg, ið las løgfrøði í Keypmannahavn, til heimbygdina Fámjin. Við sær í skjáttuni hevði 23-ára gamli maðurin eitt flagg í skjáttuni. Dúkurin var hvítur og krossurin reyður og bláur. Hetta var fyrsta Merkið, og fyri nú næstan 102 árum síðani varð flaggið vundið á stong í Fámjin. Hetta sama flaggið hongur nú uppi inni í kirkjuni í Fámjin.
Nú sunnudagin, 25. apríl, verður Flaggdagurin hátíðarhildin í Fámjin. Byrjað verður klokkan 14.30, og tað verður Kristin Michelsen, sum flytur fram røðu, og Tvøroyrar Hornorkestur spælir.
Fyrireikararnir boða frá, at aftaná haldið eru øll boðin í Vesturhøll, har borðreitt verður við ymiskum drekkandi og kringlu.
Hvistan luttekur eisini, sum vant, og gingið, runni, trilla ella súkkla verður úr Øravík klokkan 11.30.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald