2020-04-23 09:19
Sum vanligt er, so verður Merkið hátíðarhildið í Klaksvík flaggdagin 25. apríl, har røða, hornblástur og skrúðgonga seta serligan dám á hátíðarløtuna.
Í ár verður onki undantak tó so, at flaggdagshaldið verður skipað øðrvísi. Flaggdagshaldið verður í ár hildið á Biskupstorgi, har Tina Purkhús fer at bera fram røðu. Klaksvíkar hornorkestur og grønu og gulu skótarnir luttaka, men av trygdarávum vera færri skótar og hornblásarar við hesaferð.
Tá ið flaggdagshaldið í ár verður hildið á Biskupstorgi, er tað m.a. tí, at búfólkini á Biskupstorgi kunnu taka lut í hátíðarløtuni frá egnum svala.
Flaggdagshaldið verður eisini stroymt á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu, og byrjar kl. 17.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald