![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
- Í væl meira enn hálva øld hevur hald verið fyri Merkinum her í økinum, og síðani Nes Sóknar Musikkfelag skipaði seg við hornorkestri, í november mánaða 1962, hevur hornblástur, uttan slit, verið ein partur av degnum.
Hetta verður ikki øðrvísi í Runavíkar kommunu í ár, nú boðað verður frá, at 80 ár eftir at Merkið fekk viðurkenningina sum tjóðarmerki okkara, verður flaggdagshald.
Umstøðurnar í ár eru øðrvísi enn tær plaga at vera, tí koronafarsóttin herjar,og mælt verður tí frá, at fólk hittast í ov stórum tali. Runavíkar kommuna valdi tó ikki at avlýsa ætlaða flaggdagshaldið, men at halda tað eftir tilmælunum.
- Hildið var kortini ikki, at ein so týðandi dagur fyri allar føroyingar, líkamikið hvar á klótuni teir búgva, og hvørja hugsan hvør einstakur hevur inni við seg sjálvan, um stórt og smátt, kundi fara aftur við borðinum - Merkið er evsta savningarmerki okkara alra.
Mouritz Mohr flytur fram røðu við Røktar- og Ellisheimið - senda beinleiðis
Flaggdagshaldið hjá Runavíkar kommunu verður leygardagin 25. apríl kl. 15. Tað verður í túninum omanfyri Røktar- og Ellisheimið í Runavík, og verður fyrst og fremst hildið fyri búfólkunum á heiminum. Tað verður sent landsfevnandi beinleiðis á R7, og haldið verður eisini sent á Facebook-síðuni hjá Runavíkar kommunu.
Tað er skipasmiðjustórjin Mouritz Mohr, ið flytur fram røðu.
Nakrir fáir hornblásarar frá Nes Sóknar Musikkfelag fara, í hóskandi frástøðu, at spæla, eftir at røðan er flutt fram, og flaggsangurin verður sungin. Av trygdarávum verður ongin skrúðgonga hendan dagin - bert ein flaggberi, boðar Runavíkar kommuna frá.
Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, gjørdi mánadagin greitt, at flaggdagshald eisini verður í høvuðsstaðnum leygardagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald