Síðani 1963 hava skótarnir skipað fyri flaggdagshaldi í bygdini. Nógv fólk plaga at savnast til skrúðgongu, røðu, vafflur og ikki minst kondibingo. Í ár verða vit tó noydd at tillaga haldið eftir umstøðunum.
Flaggdagsrøðan:
Jóhan Christiansen, borgarstjóri, flytur fram røðu frá einum flaka, ið kemur at liggja tætt við Kráartanga. Røðan verður kl. 14:00, men tíðspunktið verður møguliga broytt eftir veðrinum. Hetta verður lýst, um so er.
Aftaná røðuna syngja vit flaggsangin saman, so minnist til at hava tekstin kláran, um tit ikki duga sangin uttanat.
Vit heita á áhoyrara at koma í báti, og at halda tilmældu frástøðuna. Eftir ætlan verður røðan eisini stroymd á facebooksíðuni.
Teir skótarnir, ið luttaka verða biðnir um at møta í skótabúna.
Gott er, um bátaeigara hava ýlatog og varp í bátinum, so at motorurin kann sløkkjast, meðan røðan er.
Kondibingo:
Kondibingo verður skipað øðrvísi enn vanligt, fyri at ikki samla ov nógv fólk í senn.
Tølini hanga uppi í bygdini leygardagin frá kl. 10:00 til kl. 18:00, og hetta merkir at man kann fara á kondibingo, tá ið tað passar einum. Plátir verða bert seldar í forsølu og verða síðani bornar út fríggjakvøldið, saman við rutuni og frágreiðing um hvussu man ger, um man vinnur. Vinningarnir verða bornir út sunnudagin.
Seðlar kunnu keypast við at ringja á 443152, 593056 og 586292 hesar tíðir:
-Mikudagin kl. 19-21
-Hósdagin kl. 19-21
-Fríggjadagin kl. 16-18
Alt verður gjørt við góðum hondreinføri og tilmældari frástøðu.
Góðan flaggdag øll somul
Leirvíks Páll Skótarnir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald