placeholder
Innanlands

Fleiri avlýsingar á oyggjaleiðunum

Strandferðslan avlýsir fleiri túrar orsaka av ringa veðrinum í morgin

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-02-13 22:42 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Smyril og Teistin eru tarnað av ringa veðrinum sum verður í morgin seint fyrrapart og út á seinnapartin. Hesum boðaði Strandferðslan frá fyrr í dag.

Nú eru fleiri avlýsingar komnar á oyggjaleiðum, boðar Strandferðslan frá á ssl.fo.

Leið 90
Fyri veður avlýsir Ternan túrin av Havnini klokkan 12.30, og túrin úr Nólsoy klokkan 13.

Leið 61
Spógvin siglir bert tann eina túrin fríggjadagin og leygardagin. Av Gomlurætt klokkan 17:10, og úr Hesti klokkan 17:25. Leygardagin av Gomlurætt klokkan 08:45 og úr Hesti.

Leið 56
Jósup siglir fyrsta túr úr Klaksvík klokkan 15:30.

Leið 60
Teistin avlýsir túrarnar úr Skopun klokkan 10:30 og 12:30, og av Gomlurætt klokkan 11:15 og 13:15.

Leið 7
Smyril siglir av Krambatanga klokkan 7, úr Havn klokkan 17, og av Krambatanga aftur klokkan 20.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder