
Um vikuskiftið hevur løgreglan verið úti og kannað ferðsluna, og í hesum sambandi vórðu fleiri mál skrivað.
Fríggjakvøldið vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra uttan koyrikortið, og tað fáa teir so eina bót fyri.
Sama kvøldið fekk ein bilførari eisini bót fyri at koyra 68 km/t í bygdum øki. Tað vísti seg eisini, at viðkomandi hevði rúsandi evni uppiá sær, sigur vakthavandi á politistøðini.
Leygarkvøldið fingu tveir bilførarar bæði bót og klipp í koyrikortið fyri at koyra ov skjótt í bygdum øki. Mest loyvda ferðin var 50 km/t, men teir koyrdu ávikavíst 71 og 75 km/t.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald