
Í gjárkvøldið vórðu fleiri bilførarar, sum fingu bót og klipp í koyrikortið, tá løgreglan kannaði ferðsluna.
Tveir bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra skeivan veg á einum einvegis vegastrekki í høvuðsstaðnum, og tveir bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra ávikavíst 117 km/t, og 89,3 km/t í óbygdum øki. Hetta var millum Hvalvík og Hósvík og nærindis Brúnna við Streymin.
Ein bilførari varð eisini tikin fyri at tosa í handhildnari telefon.
Sama kvøldið vórðu nakrir undómar eisini tiknir í at kasta egg eftir bilum í miðbýnum í Havn. Tá mátti løgreglan taka eitt álvarsamt prát við teir fyri at greiða teimum frá, at slíkt kann elva til álvarsaman skaða, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald