Innanlands

Fleiri bøtur útskrivaðar í gjár

Skeinkistøð akta ikki almennu tilmælini um at steingja kl. 22

2020-05-08 12:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt lítið ferðsluóhapp var á vegnum niðan á Sornfellið í gjárkvøldið. Tað vil siga, at tveir bilar nurtu við hvønannan á smala vegnum.

Nú er annar av bilførarunum skuldsettur fyri ikki at hava koyrt eftir umstøðunum.

Tað var um 21-tíðina í gjárkvøldið at løgreglan var biðin um at koma og hyggja at umstøðunum í sambandi við at tveir bilar nurtu við hvønnannan.

- Fólk okkara á staðnum kannaðu umstøðurnar ,og niðurstøðan er tann, at annar av bilførarunum verður skuldsettur fyri ikki at hava koyrt eftir umstøðunum. Tilburðurin er skrásettur sum ferðsluóhapp, og viðkomandi bilførari fær helst eina bót, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Koyra framvegis við píkum
Ein annar bilførari kann rokna við at fáa eitt klipp í kortið, ella møguliga harðari revsing, eftir at hann varð støðgaður í Klaksvík í gjár. Illgruni var um rúsdrekkakoyring, og tí varð ein blóðroynd tikin á Klaksvíkar sjúkrahúsi, sum skal vísa um hald er í skuldsetingunum.

Og so vóru tað eisini fimm bilførarar, sum nú eisini fáa eina bót – hetta fyri at koyra við píkadekkum, hóast tað er bannað, nú eftir 1. mai.

- Vit hava eitt átak í løtuni, har vit kanna dekk á bilunum, og í gjár vórðu ikki færri enn fimm bilførarar støðgaðir, sum høvdu gloymt at skifta píkadekkini út, hóast freistin fór 1. mai, sigur vakthavandi.

Skeinkistøð halda seg ikki til tilmælini
Løgreglan staðfesti í gjárkvøldið, at tað eisini vóru fleiri skeinkistøð í Havn, sum ikki hildu seg til almennu tilmælini at lata aftur klokkan 22.

- Av tí at talan er um eitt tilmæli, kunnu vit ikki gera nakað við hetta. Men av tí at dagurin í dag er halgidagur og halgidagslógin tí er galdandi, so gjørdu vit hesi skeinkistøðini varug við, at tey sambært halgidagslógini skulu steingja seinast á midnátt.

- Klokkan 23.45 var tann seinasti gesturin koyrdur út, og løgreglan ger ikki meira við hetta málið, staðfestir vaktleikarin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder