2025-03-03 07:47

Veðrið ávirkar samferðsluna í dag, og fleiri Bygdaleiðir koyra tí ikki í morgun.
Strandferðslan skrivar, at tað fyri veður fyribils eingin koyring er á leiðunum 100, 300, 350, 600, 601 og 650.
Nærri kunning um, nær koyringin verður tikin uppaftur, kemur um middagsleitið, skrivar Strandferðslan.
Í gjár varð eisini boðað frá, at veðrið fór at ávirka siglingina hjá Smyrli fyrrapartin, og í morgun varð boðað frá, at Sildberin fyribils ikki siglur.
Les eisini: Smyril avlýsir tveir túrar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald