Innanlands

Fleiri býráðslimir í Vága kommunu rundan føðingardag

Tríggir býráðslimir eru nú 60 ár

Rósa Samuelsen og Albert Ellefsen, ið bæði eru vorðin 60 ár, hvør sínumegin borgarstjóran, Eyðdis Hartmann Niclasen (Mynd: vaga.fo)

Rósa Samuelsen og Albert Ellefsen, ið bæði eru vorðin 60 ár, hvør sínumegin borgarstjóran, Eyðdis Hartmann Niclasen (Mynd: vaga.fo)

2020-02-27 18:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tann 22. september 2019 fylti Albert Ellefsen 60 ár. Albert hevur sitið í býráðnum í Vága kommunu síðan samanleggingina millum Miðvágs- og Sandavágs kommunur tann 1. januar 2009. Hann var fyrsti borgarstjóri í Vága kommunu  og sat valskeiðið 2009-2012.

Tann 22. desember 2019 fylti Rósa Samuelsen 60 ár. Rósa hevur verið virkin í kommunalpolitikki í nógv ár. Eisini er hon virkin í landspolitikki, har hon situr á tingi fyri Sambandsflokkin. Hon hevur áður verið borgarstjóri í Sandavágs kommunu, og valskeiðið 2013 til 2016 var hon borgarstjóri í Vága kommunu.

'[object Object]Jonhard Joensen fingið blómutyssi frá borgarstjóranum (Mynd: vaga.fo)


Tann 29. desember 2019 fylti Jonhard Joensen 60 ár. Jonhard var fyrstu ferð valdur í bygdaráðið í Sandavágs kommunu í 2004. Hann var formaður í teknisku nevnd hesa setuna. Við valið í 2008 fall hann við lutakasti, men var valdur aftur í 2012 og hevur sitið í býráðnum í Vága kommunu síðan. Hann hevur sitið í nevndini í IRF síðan 2013, síðan 2017 sum næstformaður.

Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri, bar Jonhardi heilsan frá kommununi umframt blómutyssi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder