Á Filipsoyggjunum hava tey nú skrásett fleiri enn 100.000 tilburðir av koronasmittu.
Seinasta samdøgrið eru 5.032 tilburðir skrásettir, og sambært Reuters er hetta hægsta talið, sum landið nakrantíð hevur skrásett í eitt samdøgur.
Talið á skrásettum tilburðum liggur nú á 103.185.
Eisini varð boðað frá, at 20 andlát eru skrásett seinasta samdøgrið, og er samlaða talið sostatt komið upp á 2.059.
Sambært talsfólki hjá landsins forseta, Rodrigo Duterte, hava heilsustarvsfólk á frontinum heitt á forsetan um at seta fleiri tiltøk í verk í høvuðsstaðnum, Manila, har meginparturin av tilburðunum eru skrásettir. Hetta málið verður umrøtt á fundi í dag.
Mánadagin segði forsetin m.a. at skúlar í Filipsoyggjunum ikki lata upp aftur, fyrr enn eitt koppingarevni móti korona er klárt.
Les eisini: Lata ikki skúlar upp aftur áðrenn koppingarevni er klárt
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald