Seinasta samdøgrið eru 56 fólk í kinesiska Hubei-landspartinum deyð av coronavirusinum. Sostatt hava tilsamans gott 350 fólk í Hubei latið lív orsaka av virusinum.
Umframt 56 andlát hevur mann eisini skrásett 2.103 corona-tilburðir afturat í Hubei. Sostatt er talið av smittaðum í økinum nú komið upp á 11.177.
Coronavirusið verður mett at hava sín uppruna á einum matsølutorgi í býnum Wuhan í desember.
Sambært Ritzau, eru tilburðir eisini skrásettir aðrastaðni í landinum, har tilsamans 11 fólk hava latið lív. Sostatt er samlaða deyðstalið í Kina nú 361, og talið á smittaðum er 17.205.
Coronavirusið er eisini staðfest í fleiri enn 20 londum, harav fleiri evropeiskum londum.
Les eisini: Danskur ríkisborgari innlagdur: Illgruni um coronavirus
Higartil er bert eitt andlát skrásett uttanfyri Kina. Talan er um ein 44 ára gamlan kinesiskan mann úr Wuhan, sum doyði í Filipsoyggjunum leygardagin.
Les eisini: Coronavirus: Fyrsta andlátið uttanfyri Kina skrásett
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald