Uttanlands

Fleiri enn 20 skógareldar herja Kalifornia

Nógvur hiti og toruæl hava skapað umstøðurnar fyri, at fleiri skógareldar kunnu skapast í Kalifornia

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-08-19 08:30 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Kalifornia stríðist náttina til mikudagin við meira enn 20 skógareldar, samstundis sum ein óvanlig hitabylgja hevur sett met í fleiri støðum í vestara parti av USA.

Fleiri enn 760 sløkkiliðsfólk er sett inn til tann størsta eldin, sum er í norðara parti at Kalifornia.

Umleið 17.800 hektarar eru brendir í stóru eldunum.

Einans 30 prosent av eldunum eru innibyrgdir seinnapartin týsdagin lokala tíð boða myndugleikarnir frá.

Fleiri av eldunum eru harumframt virknir nærindis Los Angeles og norðan fyri San Francisco.

Fleiri túsund fólk eru flutt burtur og guvernørurin í Kalifornia, Gavin Newson lýsti týsdagin kreppustøðu í statinum.

Ein maður er ákærdur fyri at hava byrja ein av stóru eldunnum nærindis Los Angeles.

Tað er nógvur hiti saman við toruveðri, sum hevur skapa nógvar av eldunum. Vestari partur av USA hevur verið raktur av hitabylgju seinastu dagarnar, og sunnudagin varð máta 54,4 hitastig í Death Valley í Nevada. Tað er eftir øllum at døma mesti hiti sum er máldur á jørðini síðani 1931.

Les eisini: Hitamet í Deyðadalinum í USA

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder