Í øllum heiminum hava uml. 3,6 mió. fólk hava nú fingið staðfest koronasmittuna, og næstan 50.000 av teimum eru í Norðurlondum.
Í Norðurlondum eru tað Svøríki og Danmark, sum hava staðfest bæði flest tilburðir og flest andlát í sambandi við smittuna, og Grønland og Føroyar, sum hava staðfest minst.
Í skrivandi stund hava tilsamans 47.599 fingið staðfest smittuna í Norðurlondum, og 30.335 eru smittað í løtuni. Samlaða talið á andlátum er 3.726. Um allan heimin hevur koronasmittan kravt gott 250.000 mannalív.
Sambært uppgerð hjá worldometers.info, sær býtið í Norðurlondum soleiðis út:
Danmark: 9.670 tilburðir, 493 deyð, 7.088 frísk
Noreg: 7.884 tilburðir, 214 deyð, 32 frísk
Svøríki: 22.721 tilburðir, 2.769 deyð, 1.005 frísk
Ísland: 1.799 tilburðir, 10 deyð, 1.717 frísk
Finland: 5.327 tilburðir, 240 deyð, 3.500 frísk
Grønland: 11 tilburðir, 11 frísk
Føroyar: 187 tilburðir, 185 frísk
–––
Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.
Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.
Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald