Í øllum heiminum hava fleiri enn 4,5 mió. fólk nú fingið staðfest koronasmittuna, og fleiri enn 300.000 eru deyð.
Við 1,4 mió. tilburðum og fleiri enn 87.000 andlátum er USA tað landið, sum er harðast rakt.
Í Norðurlondum hevur mann skrásett fleiri enn 56.000 smittutilburðir og næstan 5.000 andlát. Svøríki, ið nærkast 30.000 tilburðum og 4.000 andlátum, er harðast rakt, meðan Grønland og Føroyar, ið eru tey londini, ið hava staðfest minsta talið á tilburðum, ikki hava skrásett nøkur andlát.
Í skrivandi stund hava tilsamans 56.432 fingið staðfest smittuna í Norðurlondum, og 30.772 eru smittað í løtuni. Samlaða talið á andlátum er 4.718.
Sambært uppgerð hjá worldometers.info, sær býtið í Norðurlondum soleiðis út:
Danmark: 10.791 tilburðir, 537 deyð, 8.959 frísk
Noreg: 8.206 tilburðir, 232 deyð, 32 frísk
Svøríki: 29.207 tilburðir, 3.646 deyð, 4.971 frísk
Ísland: 1.802 tilburðir, 10 deyð, 1.782 frísk
Finland: 6.228 tilburðir, 293 deyð, 5.000 frísk
Grønland: 11 tilburðir, 11 frísk
Føroyar: 187 tilburðir, 187 frísk
–––
Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.
Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.
Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald