Uttanlands

Fleiri enn 80.000 smittutilburðir nú skrásettir í Svøríki

Seinasta samdøgrið hevur Svøríki skrásett 318 tilburðir og níggju andlát afturat

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-07-30 19:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Svøríki hevur nú skrásett fleiri enn 80.000 tilburðir av koronasmittu. Tað upplýsir svenska Folkhälsomyndigheten í dag, sambært Ritzau.

Seinasta samdøgrið eru 318 tilburðir lagdir afturat, og er samlaða talið harvið komið uppá 80.100.

Síðan mikudagin eru níggju andlát skrásett, og hevur landið nú skrásett fleiri enn 5.739 andlát í sambandi við smittuni.

Eisini eru 40 fólk í løtuni innløgd á intensivdeildum á svensku sjúkrahúsunum.

Av teimum norðurlendsku londunum er Svøríki tað landið, sum er harðast rakt av smittuni.

Svøríki hevur skrásett munandi fleiri tilburðir og andlát enn eitt nú Danmark, sum hevur skrásett næsthægsta talið á tilburðum í Norðurlondum.

Les eisini: 91 nýggir tilburðir skrásettir í Danmark seinasta samdøgrið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder