Støðan í Føroyum er enn tann sama. Eingin er smittaður við koronasmittuni, og er talið á staðfestum tilburðum í Føroyum sostatt framvegis 187.
102 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og úrslitini av teimum vóru øll negativ.
Talið á kanningum, sum eru gjørdar í Føroyum er nú komið upp á 9.568, og eingin smitta er staðfest í teimum seinastu 3.298, upplýsir Heilsumálaráðið.
Broyttar mannagongdir
Í dag verður mannagongdin viðvikjandi kanningarúrslitum broytt. Áður eru øll fólk, sum hava latið seg kanna, uppringd við svari um kanningarúrslit, men frá í dag at roknað verður einans ringt til fólk, sum hava fingið staðfest smittuna.
Øll kanningarúrslit verða framvegis kunngjørd um middagsleitið á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum og á corona.fo.
Kanningar í Suðuroy, sum eru gjørdar aftaná fyrrapartstúrin hjá Smyrli, verða greinaðar dagin eftir kanningina, og úrslitið av hesum kanningunum verður tá fyrst tøkt annan dagin eftir kanningina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald