Sum vit skrivaðu fyri løtu síðani, so hevði løgreglan sítt at síggja til á ólavsøku, men tað var sum heild lutfalsliga friðarligt.
Les eisini: Hjálpt fullum fólki og loyst nakrar ósemjur á ólavsøku
Í mun til ferðslu, var tað ikki heilt friðarligt. Á døgrapportini hjá løgregluni eru fleiri mál, sum snúgva seg um ferðslu.
Ein bilur varð tikin fyri at koyra 107 í Norðoyatunnlinum í gjármorgunin. Hetta kostar klipp og bót.
Eitt lítið ferðsluóhapp var eisini í Fuglafirði, har onkur hevði rent á, og í gjárkvøldið koyrdi onkur ávirkaður í Norðurøkinum.
Tvey slík mál vóru eisini í høvuðsstaðnum, har nógv fólk sjálvandi hava verið seinasta stóra samdøgrið.
Umleið klokkan 18 í gjárkvøldið koyrdi ein persónur fullur við Ringvegin, og tíðliga í morgun var ein annar persónur í ferðsluni ávirkaður. Her verður bíðað eftir blóðroynd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald