Innanlands

Fleiri flogfør seinkað

Talan er m.a. um flogfør úr Keypmannahavn, Keflavík og París

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-08-02 11:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nakað av órógvi er í flogferðsluni í dag, og boðar Vága floghavn frá fleiri seinkingum.

Sambært yvirlitinum hjá floghavnini, eru m.a. flogfør, sum skuldu koma úr Keflavík, Keypmannahavn og París seinkað.

Eitt flogfar, sum skuldi koma úr Keflavík klokkan 11.30 stendur í løtuni til at lenda klokkan 21.35, og eitt flogfar, sum skuldi koma úr París klokkan 18.30, stendur at koma klokkan 3.35.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder