Innanlands

Fleiri føroyingar fingið staðfest koronasmittuna fyri aðru ferð

– Vit vita ikki, um tey hava smittað nakran annan, so kanska eru tey ikki ein smittuvandi, men kortini eru vit varin og seta tey í sóttarhald, sum hava verið í sambandi við tey, sigur Landslæknin

Lars Fodgaard Møller (Mynd: Sverri Egholm)

Lars Fodgaard Møller (Mynd: Sverri Egholm)

2020-04-25 13:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu dagarnar er eingin nýggjur tilburður staðfestur í Føroyum, men kortini eru fleiri fólk koyrd í sóttarhald.

Orsøkin til hetta er, at fleiri hava fingið staðfest smittuna fyri aðru ferð.

– Síðan fyrst í apríl hava sjey føroyingar fingið staðfest koronasmittuna fyri aðru ferð, og síðani eru fólk, sum tey hava verið í sambandi við, farin í sóttarhald, sigur Landslæknin, Lars Fodgaard Møller, við Kringvarpið.

Ógreitt er, um hesi fólkini eru vorðin frísk og síðani smittað aftur, ella um tey ongantíð veruliga vóru frísk. Landslæknin heldur, at tað seinna er mest sannlíkt.

– Vit vita ikki, um tey hava smittað nakran annan, so kanska eru tey ikki ein smittuvandi, men kortini eru vit varin og seta tey í sóttarhald, sum hava verið í sambandi við tey, sigur Lars Fodgaard Møller.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder