Innanlands

Fleiri fráboðanir um privatar veitslur í nátt

Tað var orsakað av larminum, at fleiri grannar settu seg í samband við løgregluna

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-05-24 10:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nógv fólk vóru í býnum í nátt, men sum heild hevur verið friðarligt, sigur løgreglan.

Tá skeinkistøðini í høvuðsstaðnum lótu aftur á midnátt, vóru nógv fólk, sum fóru heim at ballast víðari, og í hesum sambandi hevur løgreglan fingið fleiri fráboðanir um privatar veitslur, bæði í Havn og aðrastaðni.

Veitslurnar elvdu til ófrið í grannaløgunum, og ringdu grannar tí inn at boða frá, sigur vaktleiðarin á politistøðini, sum leggur afturat at talan annars hevur verið um eitt stak friðarligt vikuskifti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder