
Nógvur vindur hevur verið kring landið í dag, og nú í kvøld øtlaði hann uppaftur meira. Í nátt og út á dagin í morgin verður eisini nógvur vindur.
Á politistøðini byrjaðu fráboðanir um skaðar at koma meira javnan um átta tíðina.
Vakthavandi upplýsir, at tað byrjaði í Suðuroynni, men fleiri fráboðanir eru nú eisini komnar í meginøkinum. Enn er kortini einki komið úr Norðoyggjum.
Vakthavandi á løgreglustøðini í kvøld upplýsir, at talan er um smærri skaðar. Vegaskelti, sum eru farin í vindinum, takplátur og vindskeiðir, sum eru farnar umframt byggiplásshegn.
Nógv hevur verið tosað um trampolinir, men løgreglan hevur onga fráboðan fingið um nakra trampolin, sum skal vera farin á flog.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald