Innanlands

Løgreglan fingið fleiri fráboðanir um veitslur í nátt

Fráboðanir komu úr øllum landinum frá fólki, sum vóru stúrin um, at tilmælini frá myndugleikunum í sambandi við korona ikki vórðu fylgd

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-03-29 09:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú koronasmittan ger um seg, hava myndugleikarnir m.a. mælt fólki frá at savnast í bólkum við fleiri enn 10, og eisini hevur verið heitt á øll um at halda neyðuga frástøðu (tveir metrar) fyri at minka um smittuvandan. Men tað eru ikki øll, ið hava gjørt eftir tilmælinum frá myndugleikunum, og hetta tyktist serliga at vera galdandi í nátt.

Í morgun greiðir vaktleiðarin á politistøðini frá, at løgreglan í nátt fekk fleiri fráboðanir um ung fólk, sum hava hildið veitslu.

Fráboðanir komu úr øllum landinum frá fólki, sum vóru stúrin um, at tilmælini frá myndugleikunum ikki vórðu fylgd.

Hóast tað er keðiligt, at fólk ikki hava lurtað eftir tilmælinum frá myndugleikunum, hevur løgreglan ikki heimild at fara inn til fólkini og biðja tey um at steðga veitsluni, sigur vaktleiðarin.

– Vit fáa ikki lukkað tær niður, vit kunnu ikki gera so nógv annað enn at vísa okkum og tosa við tey, sum vit síggja uttanfyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder