Innanlands

Fleiri vorðin frísk enn smittað í løtuni

91 eru staðfest frísk meðan 88 tilburðir av korona eru í løtuni

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2020-04-03 08:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Við nýggjastu tølunum frá heilsumyndugleikunum í morgun er greitt, at fyri fyrstu ferð eru fleiri fólk vorðin frísk av korona enn tað eru smittað.

179 tilburðir tilsamans eru staðfestir í Føroyum, og heili 91 av hesum eru blivin frísk. Taka vit 91 av 179, so hava eru tað 88, sum í løtuni hava korona covid-19.

Fyrsti tilburðurin av koronavirusinum í Føroyum var staðfestur 3. mars, og 18. mars varð fyrsti persónurin staðfestur frískur aftur. Næstu dagarnar vóru nógv sum vórðu staðfest frísk, men síðani heilsumyndugleikarnir 28. mars broyttu mannagongdirnar til, at uttan mun til seinastu sjúkueyðkennini, skal ein vera í sóttarhaldi 14 dagar eftir staðfesta smittu, eru færri staðfest frísk seinastu dagarnar. Áðrenn hetta vóru fólk staðfest frísk, um tey ikki høvdu havt sjúkueyðkenni í 48 tímar.

Men í morgun kom talið upp á 91 frísk fólk meðan bara ein persónur legðist afturat teimum smittaðum.

Les eisini: Danskur professari: Ov fá mugu heldur ikki blíva smittað

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder