
Forkvinnan í Ferðavinnufelagnum, Henny á Líknargøtu, sigur, at tey vóru væl nøgd við tann fyrsta hjálparpakkan, tí hann var við til at halda hondina undir starvsfólkunum ta tíðina, hann var i gildi.
Nú pakkarnir eru steðgaðir, fossar út við starvsfólki úr ferðavinnuni yvir í aðrar vinnur, tí tað so at siga einki arbeiðsloysi er í landinum annars.
- Sjálvandi finna fólk sær okkurt annað at gera, tá virksemið í eini ávísari vinnu svíkur. Hjálparpakkarnir rukku als ikki til, tá samanum kom. Teir burdu sjálvandi verið longdir, og eisini verið nógv betri. Eg haldi, tað er niðurgerandi fyri tey, sum bara hava eitt bein at standa á, at alt verður skrikt undan teimum, tí inntøkan hvørvur, sigur Henny á Líknargøtu.
Hon skilir ikki politikararnar, at teir ikki vilja hjálpa til við at bjarga hesi hart trongdu vinnu. At Framtak verður bjóðað fram sum lánveitari, og at bankarnir vísa seg frá síni lagaligu síðu, er als ikki nóg mikið, staðfestir forkvinnan í Ferðavinnufelagnum.
Les alla greinina ókeypis í Blaðnum Vikuskifti, sum er nýggja blaðið hjá Portalinum, og sum kemur út hvønn leygarmorgun klokkan 7
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald