Fyrst í juli vórðu fílar í hópatali funnir deyðir í afrikanska landinum Botswana. Ógreitt var, hvat deyðsorsøkin var, men illgruni var um, at ein sjúka gekk í fílastovninum.
Les eisini: Nógvir hundrað fílar deyðir av ókendari orsøk
Nú er komið fram, at cyanobakteriur vóru orsøkin. Granskarar hava nevniliga funnið bakteriurnar í drekkivatninum hjá teimum.
Í minsta lagi 350 fílar vórðu funnir deyðir, og líkini vóru enn órørd, so hildið varð ikki, at talan kundi vera um veiðisníkar.
Landsdjóralæknin í Botswana, Mmadi Reuben, sigur sambært Reuters, at hóast orsøkin nú er funnin, standa tey enn spyrjandi.
Hví tað bert vóru fílar, sum doyðu, og hví tað bert hendi í ávísum økjum er ógreitt, men tey hava tó fleiri hypotesur.
Botswana hevur heimsins størsta fílastovn. Mett verður, at eini 130.000 fílar eru í landinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald