Innanlands

Fleiri klipp fyri ferð

Løgreglan gjørdi ferðamátingar á tunnilsvegnum oman fyri Oyrareingir í gjár.

(Mynd: Google)

(Mynd: Google)

2026-10-29 08:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ferðsluløgreglan gjørdi ferðakanningar á tunnilsvegnum oman fyri Oyrareingir fyrrapartin í gjár, har tríggir bilførarar fingu klipp í koyrikortið.

Bilarnir vórðu máldir at koyra 101 og 102 kilometrar um tíman, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Ein fjórði bilførari fær eisini klipp í koyrikortið. Tað var ikki fyri ferð, men fyri at yvirhála ein annan bil á einum strekki har miðstrikurnar eru fult upptrektar, og tað sostatt var bannað av yvirhála.

Í Suðuroy var ein bilførari tikin fyri rúsdrekkakoyring. Hetta var eisini fyrrapartin í gjár. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder