Innanlands

Fleiri klipp og treytaðar frádømingar

Løgreglan gjørdi eina rúgvu av ferðkanningum í gjár

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-10-27 10:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ferðslupolitiið var í gjár nógv úti um seg í sambandi við at síðstu fótbóltsdystirnir í landskappingini hjá monnum vórðu leiktir.

Á Fuglafjarðarvegnum vóru fimm mál skrivað. Tvær treytaðar frádømingar og trý klipp vórðu givin.

Í gjárkvøldið vóru ferðmátingar gjørdar við Gøtugjógv, og har vóru trý klipp og ein treytað frádøming av koyrikortinum.

Nakað eftir midnátt var ferðslupolitiið við tunnilsmunnan í Kaldbaksbotni. Her vóru tveir bilførarar tiknir fyri ov høga ferð. Tann fyrri koyrdi 107 km/t, sum gevur klipp, men tann seinni koyrdi 132 km/t. Førarin hevur havt koyrikortið so mikið stutt, at hann fær koyriforboð.

Klokkan fýra í nátt kom løgreglan fram á ein bilførara í Havnini, har ábendingar vóru um, at hann koyrdi ávirkaður. Tá hann blásti í alkometrið vísti tað yvir tað loyvda, og hann verður skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.

Les eisini: Ein rúgva av fólki í býnum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder