Innanlands

Fleiri koyrdu ávirkaðir í Klaksvík

Í sambandi við Summarfestivalin hevur løgreglan kannað ferðsluna

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-08-11 09:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í sambandi við Summarfestivalin hevur løgreglan steðgað bilum í Klaksvík fyri at kanna, um bilførarar koyrdu ávirkaðir, og seinasta samdøgrið eru fýra tiknir fyri rúsdrekkakoyring.

Ein varð tikin um 11-tíðina í gjár, og ein annar varð tikin stutt fyri klokkan tvey. Triði bilførarin varð tikin klokkan hálvgum trý í nátt, og tann fjórði varð tikin um átta-tíðina í morgun, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Blóðroynd varð tikin, og bíðað verður nú eftir úrslitinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder