![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Fyrrpartin vóru nýggj hagtøl, fyri gongdina viðvíkjandi korona í føroyum, gjørd upp, og nú kunnu tey síggjast á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum og á corona.fo
Sí øll hagtølini her - har sæst eisini yvirskipaða gongdin
Hagtølini vísa millum annað nakað um kyn og aldur.
57,3 prosent av teimum 3120 kannaðu eru kvinnur. Viðvíkjandi talinum av staðfestum smittaðum, er tað 50-50: 72 kvinnur og 72 menn hava fingið staðfest covid-19.
Heilsumálaráðið skrivar, at aldursbólkarnir frá 20 til 50 ár eru teir, ið hava kannað seg mest.
Av hesum eru flest (547) ímillum 40 og 49 ár. Tað eru eisini flest í hesum aldursbólkinum (30), ið hava fingið staðfest koronasmittuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald