At Posta gevur út frímerki við flogbólti sum tema verður hátíðarhildið á Torginum í SMS mánadagin. Á skránni er m.a. flogbóltskapping fyri børn kl. ,myndaframsýning hjá Flogbóltssambandinum og forsetin í evropeiska flogbóltssambandinum, Aleksandar Boričić at siga nøkur orð. Tað er Suffía Nón, hevur sniðgivið frímerkini.
Les eisini:
List: Sigrun Gunnarsdóttir
Sigrun Gunnarsdóttir er uppvaksin á Eiði, har hugur hennara til myndlist kveiktist frá barnsbeini, og har hon sum yrkislistafólk hevur ment sín heilt egna eyðkenniliga myndaheim - ein súmbolskan myndaheim við einum einføldum myndamáli, ið eisini kann hava surrealistisk eyðkenni. Málningarnir Móðir Teresa á Eiði (2019) og Breyðið, sum mettar svongd (2014) mynda frímerkini, sum verða givin út mánadagin.
(Mynd: Posta)
Nósi
Hetta er Norðurlandaútgáva 2020 – har norðurlond geva frímerki út við felags myndevni, sum er súgdjór í havinum.
Vit kenna NÓSA sum "maskott" fyri gamla Føroya Banka. Møguleiki var av savna pening í ein Nósa, og kópurin fanst eisini sum ein stór "livandi bamsa", ið var til ymisk tiltøk. Sangir eru eisini gjørdir um nósar á føroyskum.
Í heimshøpi eru 36 sløg av kópi, meðan tað í føroyskum sjóøki eru 7 sløg av kópi kend. Láturkópur er tó einasta lállusúgdjór, ið nørist í Føroyum. Astrid Andreasen hevur teknað nósan bæði livandi og elskuligan.
Mikkjal á Ryggi (1879-1956)
Mikkjal á Ryggi legði nógv eftr seg til føroyska mentan, náttúru, arbeiðslív og søgu frá fyrru hálvu av 20. øld.
Hann var m.a. rithøvundur og eitt hitt ídnasta sálmaskald okkara. Teir 75 upprunasálmarnir hjá Mikkjali eru yvirhøvur ljósir og bjartskygdir og bera boð um eina djúpa, siðbundna gudstrúgv – ofta kryddaðir við føroyskum evnum í myndamálinum.
Anker Eli Petersen legði frímerkini til heiðurs fyri miðvinginum til rættis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald