Týsdagin 24. mars, í gjár, skrásettu 3096 persónar seg tøkar á danska arbeiðsmarknaðinum.
Hetta upplýsir Beskæftigelsesministeriet.
Talið er sera høgt - tað er beint undir tríggjar ferðir so nógv sum ein vanligan týsdag, roknað eftir miðaltalinum fyri týsdag í somu viku fyri árini 2015-2019.
Síðani 9. mars hava 42.847 persónar meldað seg tøkar hjá Beskæftigelsesministeriet. Seinastu tríggir mánaðirnar í 2019 vóru samlað 153.000 persónar tøkir á arbeiðsmarknaðinum í Danmark.
Harvið er fyribils arbeiðsloysi í Danmark støðugt vaksandi, nú samfelagið koyrir við lítlari ferð.
238.000 fólk vóru tøk apríl-juni 2012, og talið hevur ongantíð verið hægri enn hetta, upplýsir Danmarks Statistik. Hetta var sum avleiðing av fíggjarkreppuni. Við ferðini seinastu tíðina er talið av tøkum arbeiðsfólki á veg móti nýggjum hæddum
Koronavirusið ávirkar á nógvan ymiskan hátt. Í morgun er eisini kunngjørt, at Copenhagen Marathon, ið skuldi verða 17. mai við áleið 12.000 luttakarum frá yvir 100 ymiskum londum, er avlýst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald