- Fyri at betra um ferðslutrygd og framkomu, verður frá týsdegnum 10. desember 2024 parkeringsforboð í parti av V.U. Hammershaimbs gøtu, millum J.C. Svabos gøtu og Sigmundargøtu.
- Fyri at betra um framkomuna hjá býarbussum, kavagrevstri og tí dagligu ferðsluni sum heild, verður frá týsdegnum 10. desember 2024 parkeringsforboð eisini í vestaru síðu á Varðagøtu, millum Varðabú og Pedda við Stein gøtu.
Soleiðis skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari í dag.
Harvið eru tað nøkur øki, har tað ikki longur er møguleiki at parkera sín bil.
Í parti av V.U. Hammershaimbs gøtu, millum J.C. Svabos gøtu og Sigmundargøtu, er nú ein sonevnd "gonguleið". Hetta sást á myndini niðanfyri.
Myndir: torshavn.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald