Í framtíðini kunnu vit rokna við at síggja meira til fantasy-heimin hjá J.R.R. Tolkien. Filmsrisin Warner Bros. og New Line Cinema, sum framleiddu vælumtóktu "Ringanna Harri"-filmarnar, sum komu út fyrst í hesari øldini, hava nevniliga gjørt avtalu um at framleiða fleiri filmar, sum byggja á søgurnar hjá Tolkien.
Tað boðar Davis Zaslav, stjóri í Warner Bros. Discovery, frá, sambært Ritzau.
Í fjør keypti svenska telduspælsfyritøkan Embracer Group filmsrættindini, og nú hevur fyritøkan gjørt avtalu við Warner Bros. Stjórin í fyritøkuni, Lee Guinchard sigur, at tey fegnast um samstarvið.
Nær nýggir filmar verða at síggja er ikki kunngjørt enn, men næsta ár kemur tó ein teknifillmur við heitinum "The Lord of the Rings: The War of the Rohirrim", sum Warner Bros. og New Line Cinema eisini standa aftanfyri.
Seinast nýtt filmstilfar kom út, sum tók útgangsstøði í "Ringanna Harri", var í fjør. Talan var um Amazon-røðina "The Rings of Power", sum tó hevur fingið lunkað ummæli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald