Leygardagin var altjóða arbeiðaradagur, og í hesum sambandi varð skipað fyri mótmælum og øðrum tiltøkum um allan heimin, eisini í teimum londunum, har smittufyribyrgjandi tiltøkini hjá myndugleikunum ikki loyva fólki at savnast nógv saman.
Leygardagin vóru eitt nú fleiri harðligir samanbrestir millum løgreglu og mótmælisfólk í fleiri týskum býum.
Í høvuðsstaðnum Berlin vórðu 20 sjúkraflutningsfólk og trý løgreglufólk særd.
Mótmælisfólkini skutu fýrverk eftir løgregluni, og løgreglan brúkti piparspray móti mótmælisfólkunum, sum síðani svaraðu aftur við at kasta steinar og fløskur. Í øðrum býum brúkti løgreglan vatnkanónir móti mannamúgvunum.
Tilsamans 240 persónar vórðu handtiknir í týska høvuðsstanum, har fleiri enn 5.000 løgreglufólk vórðu til staðar. Tað er ikki óvanligt, at mótmælistiltøk í sambandi við 1. mai enda við harðskapi í Berlin.
Eitt mótmælistiltak við uml. 8.000 luttakarum mátti steðgast, tá mannamúgvan gjørdist so ófriðarlig, at eisini fyriskiparar vórðu álopnir.
Eisini í Fraklandi og Spania varð skipað fyri nógvum mótmælistiltøkum, skrivar Ritzau.
Í Fraklandi varð skipað fyri uml. 300 mótmælum um alt landið. Fakfeløg meta, at uml. 170.000 fólk luttóku í mótmælunum. Í høvuðsstaðnum París vórðu 56 fólk handtikin, og 21 vórðu særd.
Í Spania varð mótmælt í fleiri enn 70 býum, men har hildu mótmælisfólkini frástøðu og brúktu munnbind. Talið á mótmælisfólkum á størsta mótmælistiltakinum í Madrid var avmarkað til 1.000.
Í Turkalandi vórðu eisini fleiri enn 200 persónar handtiknir fyri at luttaka í ólógligum mótmælum, skrivar BBC.
Eisini varð m.a. skipað fyri tiltøkum í Russlandi, Stórabretlandi, Kuba, Kolumbia, Indonesia, og Filipsoyggjunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald