Fitt av fólki hevur verið at sæð í býnum í nátt, men hóast hetta hevur verið stak friðarligt, sigur løgreglan.
Tó fekk løgreglan boð um, at har vóru nøkur fá skeinkistøð í høvuðsstaðnum, sum ikki hildu tilmælini hjá myndugleikunum um at skeinkistøð, matstovur og líknadi støð eiga at steingja í seinasta lagi klokkan 22.
Í eina staðnum vóru eini 20 fólk inni, sigur vakthavandi á politistøðini, sum leggur afturat, at skeinkistøðini kortini lótu aftur nógv fyrr enn vanligt.
Talan var bert um tilmæli, og hevði løgreglan tí ikki heimild at noyða skeinkistøðini at lata aftur.
Í nátt var ein persónur eisini skuldsettur fyri brot á politiviðtøkurnar, og varð viðkomandi tikin við á politistøðina at sova rúsin av sær.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald