Seinastu vikurnar hava nógv skeinkistøð sæð burtur frá tilmælinum um at steingja klokkan 22 og hava havt opið til aftaná midnátt. So var eisini í gjárkvøldið og í nátt.
Løgreglan upplýsir, at skeinkistøð í høvuðsstaðnum og í norðurøkinum høvdu opið til langt aftaná midnátt. Summi høvdu næstan opið til klokkan fýra.
– Náttarlívið er byrjað at líkast tað, sum tað var áðrenn korona, og tey hava jú loyvi at hava opið til klokkan fýra, so vit fáa ikki gjørt so nógv við tað, og brúka vit tí heldur ikki nógva orku uppá at fylgja við, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Higartil hava skeinkistøð ikki fingið beinleiðis forboð móti at hava opið eftir klokkan 22, men á tíðindafundi í gjár segði Løgmaður, at landsstýrið arbeiðir við at útvega sær heimild at steingja skeinki- og dansistøð eitt ávíst klokkuslett.
Bárður á Steig Nielsen sigur tó, at hann væntar, at tað klokkuslettið verður nakað seinni enn klokkan 22. Les meira her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald