Innanlands

Fleiri smærri hálkuóhapp

Løgreglan fekk sjey fráboðanir um ferðsluóhapp seinasta samdøgrið – øll vegna hálku

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-02-08 07:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan heitir á bilførarar um at ansa sær í hálkuni, sum er kring alt landið.

Seinasta samdøgrið hevur løgreglan frætt um sjey óhapp í ferðsluni, sum skyldast hálku.

Í flestu førum var talan um smá óhapp, eitt nú har bilar eru farnir á glið inn í bilverjuna ella á aðrar bilar.

Eitt ferðsluóhapp, sum var við Gøtugjógv, á landsvegnum millum Norðragøtu og Gøtugjógv, um 10 tíðina fyrrapartin í gjár, var tó eitt sindur ógvusligari. Tríggir bilar vóru íblandaðir í hesum óhappinum, og ein av bilunum fekk so mikið av skaða, at hann ikki kundi koyra víðari.

Eisini var ferðslan tarnað í okkurt um ein hálvan tíma.

Landsverk boðar í morgun frá, at hált og glerstoytt er um alt landið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder