
Tríggir nýggir koronasmittutilburðir vórðu staðfestir í 1.150 kanningum í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini. Allir tilburðirnir eru partur av smittuketum, sum Landslæknin fylgir.
Hinvegin eru fimm fólk, ið hava havt smittuna, nú staðfest frísk, og harvið gongur tað rætta vegin við smitttutalinum. Í alt eru 584 persónar av teimum 643 staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 59 persónar smittaðir í løtuni, vísa tølini.
Við í hesum tølunum eru teir átta persónarnir í kekkiska ferðalagnum, sum komu til landið týsdagin og fingu staðfest smittu í kanning áflogvøllinum. Eingin hondbóltsdystur varð kortini, og ferðalagið fór av landinum í leiguflogfari aftur - uttan at hava verið í tøttum sambandi við nakran.
Les meira: Føroyar - Kekkia: Nýggj dagfesting skal finnast
Í alt eru 207.127 kanningar gjørdar. Ein er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald