Innanlands

Fleiri tikin fyri at koyra ov skjótt

Ferðsluavbjóðingar við nýggju skúlarnar í Havn

2020-05-28 07:09 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fleiri bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt í sambandi við málrættaðan innsats, sum ferðsluløgreglan ger runt um í landinum í løtuni.

Í gjár vóru ferðamátingar gjørdar við Áir, har tríggir bilrørarar fáa bót fyri at koyra ov skjótt og ein fekk treytaða frádøming av koyrikortinum á staðnum.

Eisini á Glyvrum vórðu ferðakanningar gjørdar, og tríggir bilførarar støðgaðir fyri at hava koyrt oman fyri 60 kilometrar um tíman í bygdum øki.

Fyrrapartin í gjár var eitt ferðsluóhapp í Bøgøtu í Klaksvík har tveir bilar rendu saman. Talan var bert um materiellan skaða í óhappinum, sum hendi orsaka av, at annar bilførarin ikki aktaði treytaleysu víkiskylduna, ið er galdandi á staðnum.

Ferðslubroytingar verða ikki hildnar
Ein afturvendandi ferðslutrupulleiki er í løtuni í vesturbýnum í Havn í sambandi við ferðsluumleggingina á Marknagilsvegnum og Landavegnum, har broytingar eru gjørdar kring skúlarnar Glasir og skúlan á Fløtum.

Umframt at ein bilførari fekk klipp í koyrikortið fyri at hava koyrt 76 kilometrar um tíman, var tað eisini ein, ið fekk bót fyri at koyra ímóti loyvda ferðslurætninginum.

- Í sambandi við umleggingarnar, eru tað nógvir bilførarar, ið ikki ansa eftir skeltingini og koyra har ikki er loyvt. Helst er hetta tí, at tey koyra eins og tey altíð hava gjørt og ikki gáa eftir umskipanum, sum eru gjørdar, sigur vaktleiðarin hjá løgregluni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder