Innanlands

Fleiri túsund handtøkur eftir ógvuslig mótmæli í USA

Harðliga handtøkan av George Floyd hevur elvt til ófrið kring alt landið

Mótmælisfólk savnast á staðnum har George Floyd doyði. Í hvítari troyggju í miðjuni er beiggin, Terrence Floyd (Mynd: EPA)

Mótmælisfólk savnast á staðnum har George Floyd doyði. Í hvítari troyggju í miðjuni er beiggin, Terrence Floyd (Mynd: EPA)

2020-06-02 06:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Minst 5.600 mótmælisfólk eru handtikin í USA síðan mótmælini byrjaðu móti handfaringini, sum førdu til, at George Floyd doyði í síðstu viku.

Tað skrivar AP tíðindastovan, sum hevur gjørt eina samanteljing av fráboðanunum hjá løgegluni í øllum landinum.

Mótmælini byrjaðu eftir at 46 ára gamli Floyd doyði í Minneapolis í Minnesota 25. mai.

Hann doyði undir handtøku av løgregluni eftir at ein løgreglumaður hevði hildið hann niðri við knænum móti hálsinum í minst átta minuttir.

Løgreglumaðurin, sum helt fram við at halda honum soleiðis, hóast Floyd segði, at hann ikki fekk andað, er nú skuldsettur fyri óviljað manndráp.

Handtøkurnar henda eftir at mótmælini gerast fleiri og fleiri og alsamt meira ógvuslig, og eisini eftir at Donald Trump, forseti, hevur heitt á lokalu myndugleikarnar um at økja um avrikið móti mótmælisfólkunum.

Í Minneapolis eru 155 fólk handtikin. Í stórum býum er talið hægri, 800 í New York og yvir 900 í Los Angeles, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder