Innanlands

Fleiri vinnufyritøkur gerast burðardyggar

Gist og Vist og Januar eru nú eisini partur av átakinum “Burðardygt Vinnulív”

(Savnsmynd: Gist & Vist)

(Savnsmynd: Gist & Vist)

2021-04-28 16:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag kunngjørdi felagið Gist og Vist, sum eigur fleiri hotell og matstovur, at felagið er við í trý-ára átakinum, ið kallast Burðardygt Vinnulív

11 føroyskar fyritøkur kunngjørdu í januar mánaði, at tey eru farin saman í átakið, ið strembar eftir at menna burðardyggar mannagongdir og liva upp til heimsmálini hjá ST um byrðardygd.

Johannes Jensen, stjóri í Gist og Vist sigur soleiðis:

- Vit fegnast um at vera við í hesi ætlanini. Hetta hava verið 12 truplir mánaðir fyri ferðafólka- og tænastuvinnuna í Føroyum, og hetta hevur fingið okkum til at miðsavna okkum meira til at stumbra mótstøðuførið í vinnuni. Ein máti er at gera íløgur í hesum er at tryggja umhvørvisliga burðardygd.

Grannskoðarafelagið Januar er eisini nýliga komið við við í hópin av fyritøkum, sum eru við í hesi ætlanini.

Seinni í ár fara vinnufyritøkurnar at kunngera eina felags ætlan sum vísir á vaksandi avbjóðingar og møguleikar, sum vinnan stendur fyri.

Tær ellivu upprunafyritøkurnar í ætlanini eru: Bakkafrost, Betri Banki, Effo, Faroe Ship, Føroya Tele, JT Electric, KJ Hydraulik, MBM, Pf. Poul Michelsen, SMJ og Vónin.

Les eisini: Føroyskt vinnulív fyri burðardygd 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder