Mentan

Flemming Quist Møller deyður, 79 ára gamal

Teknaði eitt nú barnaforteljingar um “Cykelmyggen Egon”, “Bennys Badekar” og “Jungledyret Hugot

2022-02-01 06:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danski rithøvundurin, teknarin og marglistamaðurin, Flemming Quist, Møller, er deyður. Hann gjørdist 79 ára gamal.

Flemming Quist Møller hevur teknað eitt nú barnaforteljingar um “Cykelmyggen Egon”, “Bennys Badekar” og “Jungledyret Hugo”.

Hann var eisini tónleikari, sjónleikari, leikstjóri og tilrættisleggjari. Eisini leikritahøvundur var hann. Í apríl kemur filmurin “De forbandede år 2”, sum Flemming Quist Møller hevur skrivað.

Klassikarin “Cykelmyggen Egon” er frá 1967. Tað var fyrsta bók hansara, og gjørdist til av tilvild meðan sonurin sag á knøum hansara.

- Han var stungin av einum mýggjabita, og fyri at avleiða hansara tankar, teknaði eg ein mýggjabita. Eg fekk knappliga hugskotið at seta hjól á longu beinini. Eg segði, at tað var ein súkklumýggjabiti, og tað fekk hann at flenna hart, hevur hann greitt frá.

Í 1993 fekk Flemming Quist Møller ein Heiðursbodil fyri sínar teknaðu filmar og í 2019 fekk hann heiðursgávu frá Statens Kunstfond, ein gáva, ið einans verður givin persónum við heilt serligum týdningi fyri danska mentanar- og listalívið, skrivar Ritzau.

Sum tónleikari hevur Flemming Quist Møller vitjað í Føroyum, sum slagverksleikari í bólkinum Bazaar saman við Peter Bastian og Anders Koppel. Quist Møller spældi eisini í bólkinum “Sølvstjernerne” saman við Dan Turrèll.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder