Flestu føroysk foreldur lata væl at undirvísingarstøðuni hjá teirra børnum, nú allir skúlanæmingar hava hildið seg heima í nakrar vikur.
Í kanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin í mánadagin, spurdu vit foreldur um, hvussu tað stóð til við undirvísingini hjá børnunum.
Annar spurningurin var: ”Hvussu væl megnar tú at halda børnum tínum at røkja teirra skúlauppgávur?”. Og sambært svarunum frá foreldrunum, stendur hampuliga væl til.
Ein góður triðingur, 35,4 prosent, svaraði miðal, ein knappur triðingur, 33,1 prosent, svaraði væl, og gott 18 prosent svaraðu sera væl.
Sostatt er tað framvegis ein partur av foreldrunum, sum ikki lata so væl at. 10 prosent av foreldrunum svaraðu, at tað gongur illa at halda børnunum til at røkja skúlauppgávurnar, og 1,6 prosent søgdu, at tað gongur "sera illa".
Sostatt eru tað næstan 12 prosent av foreldrunum, sum lata illa ella sera illa at støðuni hesum viðvíkjandi.
Ein annar spurningur til foreldrini var: ”Hvussu væl megnar tú fakliga at hjálpa børnunum við teirra skúlauppgávum?”
Og her lata foreldrini uppaftur betri at. Meira enn ein triðingur, 33,9 prosent, sigur at tey megna tað væl og 28,4 prosent sigga enntá, at tey megna tað sera væl, meðan 20,5 prosent svara ”miðal”.
Men eisini her er tað ein partur av foreldrunum, sum ikki megnar at stuðla børnunum við teirra heimaarbeiði frá skúlanum.
7,8 prosent siga, at tey megna illa at stuðla børnunum fakliga og 6,3 prosent svara ”sera illa”. Sosttatt eru tað 14 prosent av foreldrunum, sum lata illa og sera illa at hesum viðurskiftunum.
Kanningin hjá Spyr.fo varð gjørd mánadagin, og 500 fólk vórðu spurd. Óvissan í hesi kanningini liggur millum 2,2 og 8,3 prosentstig.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald