2020-03-20 18:25
Heilsumálaráðið hevur nú leysgivið nærri upplýsingar um tey, sum eru staðfest smittað við koronavirusinum covid-19.
Tølini siga, at 49 prosent av teimum 80 smittaðu eru kvinnur, 41 prosent menn meðan tíggju prosent ikki eru skrásett. Býtt í aldursbólkar eru flest fólk í aldrinum 40-59 smittað. Tey eru 30 í tali meðan bara tíggju í aldrinum 0-19 eru smittað við virusinum.
Býtt í øki eru flest fólk smittaði í økinum Streymoy, Hestoy, og Nólsoy, har 35 fólk eru smittað. Í økinum Eysturoy og Norðoyggjum eru 21 fólk smittað, og 6 fólk eru smittað í Vágum, Suðuroy, Sandoy og Skúvoy. 18 eru ikki skrásett.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald