Innanlands

Flestu bygdarleiðirnar avlýsa fyribils

Allar leiðir uttan leið 700, 600 og 601 hava avlýst koyringina fyribils. Leið 701 byrjar koyring aftur kl. 14.55. Siglingin hjá Spógvanum er eisini avlýst restina av degnum.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-01-03 13:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Heimasíðan hjá Strandferðsluni boðar seinnapartin frá, at koyringin hjá øllum bygdaleiðum er avlýst undantikið leið 700, 600 og 601.

Leið 701, sum koyrir millum Fámjin, Tvøroyri og Sandvík, byrjar koyring aftur klokkan 14.55 úr Hvalba. 

Eisini verður boðað frá, at Spógvin, sum siglir millum Gomlurætt og Hest, ikki siglir restina av degnum orsakað av veðrinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder