
Triðja dagin á rað hava Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn samráðst um at skipa nýggja landsstýrissamgongu. Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins og samráðingarleiðari, segði tíðliga í samráðingunum, at málið var, at mann visti fríggjadagin, um tað fór at bera á mál ella ikki.
Í dag er fríggjadagin. Á middegi spurdu vit Aksel V. Johannesen, um hann kundi siga, um hesir flokkarnir fóru at skipa samgongu. Tá bar hann seg undan at siga við vissu, og greiddi m.a. frá, at fýra mál enn vóru eftir at loysa.
Við Kringvarpið segði Aksel V. Johannesen fyri løtu síðan, at tey flestu av teimum fýra málunum nú vóru loyst. Kanska serliga eitt var eftir, men hann vildi ikki siga hvat. Og tað kundi eisini føra til, at okkurt annað, sum var avtalað, skuldi endurskoðast.
Ætlanin er ikki at halda fram leingi afturat í kvøld. Onkur fólk skulu í onkrar veitslur, og ætlanin er at møtast aftur í morgin at avgreiða tað síðsta. So er býti av málsøkjum eftir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald